top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Føroya Skipara -& Navigatørfelag | Menn mugu tora betur at tosa um kenslur

FSN-formaðurin er sjálvur ein teirra, sum hevur staðið fram og greitt frá um snávingarsteinarnar á síni lívsleið, og hann leggur dent á stóra týdningin, tað hevur at fáa sett orð á kenslur og trupulleikar. Hann sigur, at Føroya Skipara- og Navigatørfelag eisini altíð er til reiðar at hjálpa limum, sum stríðast við onkra sálarkvøl.



Tað er ein avoldað uppfatan, at rættir menn ikki mugu vísa kenslur, og tann uppfatanin kann enntá vera vandamikil fyri ein brúgvayvirmann – bæði fyri hann sjálvan og tey, sum hann hevur ábyrgd av og skal vera fyrimynd fyri.


Tað heldur Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, sum til seinasta brúgvakaffi hjá felagnum hevði biðið Kjartan Kjartansson koma at siga frá um gitna Flemish Cap-túrin.





- Alt ov nógvir menn, ikki minst sjómenn, fara sálarliga í smildur, tí teir skammast við at tosa um kenslur og halda seg aftur við at biðja um hjálp, tá okkurt nívir í sinninum. Tað er tíbetur blivið eitt sindur frægari, men enn er langt á mál, áðrenn tað er vorðið púra náttúrligt hjá monnum at seta orð á traumur og sálarliga pínu, sigur hann.


FSN-formaðurin heldur avgjørt, at felagið eigur at ganga á odda at bróta gamlar kenslufordómar niður, og hann leggur dent á, at limir altíð eru vælkomnir at venda sær til felagið, um teir stríðast við onkra sálarkvøl.






(Myndir 📸 fsn.fo)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: fsn.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page