top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

TÍÐINDI | Havnin í Oyrareingjum letur uppaftur

Síðani hálvan mai hevur havnin í Oyrareingjum, sum liggur við Signabø, verið stongd fyri allari umskiping fyri at sleppa undan gangi og øðrum ampa frá skipum.


(Mynd 📸 Tórshavnar Kommuna)


Nú er aftur loyvt at umskipa fisk og annað í havnini á Oyrareingjum. Hálvan mai varð havnin stongd fyri allari umskiping fyri at sleppa undan gangi og øðrum ampa frá skipum.

Gera ljóðmátingar

Nú farið er undir at gera eina standardreglugerð fyri kommunalar havnir, er havnin á Oyrareingjum opin aftur. Fram til 1. november skulu ljóðmátingar gerast á havnarløgunum í Tórshavnar kommunu. Fyri at finna eitt markvirði fyri ljóðdálking er neyðugt, at vanligt virksemi er á havnarløgunum, sigur Tórshavnar kommuna.

Markvirði setast

Í royndartíðini til 1. november verða ljóðmátingar gjørdar við skipini, sum liggja við bryggju, í nærumhvørvinum og í heimum fyri at staðfesta, hvussu nógvan gang, skipini halda.

Síðani verða markvirðini sett. Kommunan sigur, at skip, sum ikki halda markvirðini, fáa boð um at fáa viðurskiftini í rættlag. Ber ikki til at halda markvirðini, skulu havnirnar nokta skipunum atgongd.

 

Trýst á knøttin til høgru og melda teg til okkara tíðindabræv á forsíðuni


Kelda: KVF

Logo
Logo
Logo


0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page