top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

HAGSTOVA FØROYA | Innflutningsvirðið av brennievni minkað 539 milliónir krónur

Updated: Apr 19

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá mars 2023 til februar 2024 var 11,1 milliard krónur. Tað eru 1,4 millardir krónur, ella sløk 11%, minni enn undanfarna skeið.



Innflutningurin í februar er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12-mánaðarskeiðið frá mars 2023 til februar 2024 samanborið við undanfarna skeið.

Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 539 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum. Prísirnir vóru hægst summarið 2022, tá innflutningsprísurin av brenniolju var hægri enn 8 krónur fyri liturin. Seinastu tíðina hevur prísurin ligið millum 5 og 6 krónur liturin.

Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 635 milliónum krónum ella góð 17%. Hetta er fyri tað mesta skip.



Um hugt verður eftir, hvussu innflutningurin er skiftur á nýtsluendamál sæst, at innflutningurin til beinleiðis nýtslu er minkaður 621,6 milliónir krónur ella sløk12%. 

Innflutningurin til nýtslu í framleiðsluni er minkaður 241,6 milliónir krónur, ella stívliga 5%. Minkingin er størst av byggitilfari, men har er eisini ein minking av brennievni, flutningstólum og líknandi til nýtslu í framleiðsluni.

Fyri fastar bruttoíløgur stavar minkingin serstakliga frá, at færri skip eru innflutt í tíðarskeiðnum. 



 (Myndir og grafar 📸 Hagstova Føroya)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Hagstova Føroya

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page