top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

HAGSTOVA FØROYA | Útflutningsvirðið heldur fram at vaksa

Tíðarskeiðið januar til oktober 2022 hava vit útflutt fiskavørur fyri 9,3 milliardir krónur.

(Mynd 📸 Hagstova Føroya)


Tíggju teir fyrstu mánaðirnar av 2022 varð útflutt fyri 10,2 milliardir krónur. Somu mánaðir í fjør var útflutningurin 7,9 milliardir krónur. Hetta svarar til 29% vøkstur. Í talvunum niðanfyri sæst, hvussu broytingin er býtt á einstøku fiskasløgini.

Útflutningsvirðið er vaksið fyri øll fiskasløg. Útflutningsvirðið av fiskavørum fyrstu 10 mánaðirnar av 2022 er nú farið upp um fiskavøruútflutningin fyri alt árið 2021, ið var metár. Vøksturin stavar frá prísvøkstri, tí útflutta nøgdin minkaði við 4%.

Laksaútflutningurin er vaksin úr 3,5 milliardum krónum upp í 4,5 milliardir krónur ella 30%. Hetta hóast útflutta nøgdin minkaði 8%.

Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløgini tosk, upsa og hýsu er vaksið 422 milliónir krónur ella 40%. Nøgdin er vaksin 6%.


Útflutningurin til Russlands var 100,4 milliónir krónur í oktober 2022. 87 milliónir krónur av hesum er sild og makrelur, og restin er brenniolja og aðrar vørur til russisk skip.


 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Kommentare


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page