top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

HØVDAVIRKIÐ | Eirikur á Húsamørk farin frá sum stjóri

Writer's picture: Eva AndrésenEva Andrésen

Nýggjur stjóri í Faroe Marine Products er Jákup Eli Thomsen í Hoyvík

(Eirikur á Húsamørk er farin frá sum stjóri í Høvdavirkinum, men hann er nú í nevndini/ Mynd 📸 KVF.fo)


Faroe Marine Products, sum eigur Høvdavirkið í Leirvík, hevur fingið nýggjan stjóra.

Tað er Jákup Eli Thomsen í Hoyvík, hevur Skrásetingin fingið at vita.

Samstundis er Eirikur á Húsamørk í Leirvík farin frá sum stjóri.

Eirikur á Húsamørk er nú í nevndini.

Niels Winther Poulsen og Hallgerð Halldórsdóttir á Húsamørk eru farin úr nevndini.

Partapeningurin hækkaður 10 mió.

Viðtøkurnar hjá felagnum eru broyttar, og partapeningurin er hækkaður 10 milliónir upp í 14 milliónir krónur.

Sambært heimasíðuni hjá Varðanum var partafelagið Faroe Marine Products stovnað í 2001.

Virkið var stovnað saman við íslendingum.

Føroyingar og íslendingar áttu tá 50 prosent í part.

Í dag er virkið føroyskt burturav.

Eirikur á Húsamørk eigur 14 prosent og Varðin 86 prosent.

Varðin keypti seg inn í virkið í 2016.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Eyp.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Recent Posts

See All

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page