IMO | Nýtt alment átak frá IMO
Updated: Sep 30, 2021
IMO hevur sett í verk eitt nýtt átak - Alheims Maritimur Dagur - og heitir tí í hesum sambandi á limalond um at luttaka við at lýsa upp í bláum søguligar almennar bygningar, hús, brýr, skip, søvn, søgulig støð og onnur pláss og støð.
- Deili myndir av átakinum og at nýti hashtaggið: #WorldMaritimeDay
Dagurin verður hildin á tann hátt, so áður nevnt, at til dømis bygningar verða lýstir upp í bláum liti. Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, sigur at húsið hjá felagnum verður lýst upp í bláum liti. Húsið hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelagið á Smærugøtu er sera sjónligt og sæst væl í Havnini.
"Føroya Skipara og Navigatørfelag luttekur sjálvandi á degnum og vit halda hetta verða eitt frálíkt hugskot. Vit vóna, at onnur eisini taka hendan dagin til sín", sigur Annfinnur.
"Tørvur er á at seta fokus á føroyska sjóvinnu og at vísa umheiminum at vit standa saman um mál á sjónum", greiðir Annfinnur frá.
Føroya Skipara og Navigatørfelag skiftir heili 28 hvítar perur út við bláar, til tess at vísa sín stuðul. - Í ár verður altjóða Alheims Maritimur Dagur 30. september 2021.
Evnið í ár er: Sjófólk: í kjaruni í framtíðar shippingTey, ið luttaka á degnum, mugu endiliga minnast til at deila myndir av átakinum og at nýta hashtaggið #WorldMaritimeDay
Vónandi taka Føroyar væl ímóti átakinum
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: IMO og BLUE FAROE ISLANDS
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments