MASKINMEISTARAFELAGIÐ | Drepandi bíðitíð 🎥⏱️
Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum finst harðliga at samráðingargongdini, har tey flestu feløgini sita sum gíðslar og bíða eftir, hvat verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum endar við. Hann heldur fast um, at Maskinmeistarafelagið ætlar at samráðast við støði í sínum krøvum, sama hvat onnur fáa burturúr
Sí videobrot niðanfyri:👇
(Video 🎥 mf.fo)
Tað er meira enn eitt ár síðan, at sáttmálarnir hjá Maskinmeistarafelagnum við land og kommunur gingu út, men enn eru samráðingar um nýggjar sáttmálar ikki av álvara farnar í gongd. Tað er als ikki í lagi, heldur Arnfinn Bech, felagsformaður.
- Hetta er ein óhaldbar støða, at sáttmálasamráðingar koma so nógv í drag, sum talan er um. Bíðitíðin er drepandi, og tað er i denn grad vantandi virðing fyri løntakarunum, at politiski myndugleikin ikki setir neyðugu orkuna av, sum skal til, fyri bara at kunna hava eitt rímiligt tempo og flow í samráðingunum. Tí tað er har, tað eftir mínum tykki strandar – lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur einfalt ikki neyðugu orkuna at samráðast.
- Tað er gott at skylda upp á, at nú er tað verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum er orsøkin, men tá eg hyggi aftureftir, hvussu samráðingarnar hava verið, so er myndin tann sama – samráðingarnar fara ongantíð í gongd fyrr enn langt aftaná, ja ofta ár aftaná, at sáttmálarnir av røttum skuldu verið farnir úr gildi. So trupulleikin er generellur og ikki nøkur serstøða, sigur hann.
Gingu út í fjør
Allir sáttmálarnir hjá Maskinmeistarafelagnum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, gingu út 1. oktober í fjør, og tá var felagið eisini til reiðar at byrja samráðingarnar. Tað gjørdi Tummas Eli Høj Joensen, táverandi formaður í Maskinmeistarafelagnum, greitt.
Har røktist tó onki fyri, at mótparturin var til reiðar. 9. november í fjør varð løgtingsval so útskrivað at verða 8. desember og alt virksemið í Fíggjarmálaráðnum sett á stand-by, til nýtt landsstýrisfólk var sett. Nýggja landsstýrið varð skipað longu fyri jól, tann 22. desember, tá Ruth Vang tók við sum landsstýrisfólk í fíggjarmálum.
Síðan hevur alla tíðina verið okkurt, sum hevur havt størri skund enn sáttmálasamráðingar.
Og enn bíðar Maskinmeistarafelagið.
Gaman í var fyrsta ítøkiliga stigið til samráðingarnar tikið fyri einum sløkum mánað síðan. 28. September handaði Maskinmeistarafelagið nevniliga lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum síni krøv til nýggjar sáttmálar fyri Strandfaraskip Landsins, Havstovuna og Vørn.
Til teirra fyrimun
Enn eru tó ongar veruligar samráðingar farnar í gongd. Ein samráðingarfundur skuldi vera mikudagin 25. oktober, men hann bleiv avlýstur av lønardeildini.
- Eg havi onga orsøk at halda, at talan er um illvilja frá lønardeildini – vit samskifta væl og við einum góðum tóna – men tað er eyðsæð, at tey als ikki hava neyðugu orkuna at avgreiða stóra talið av sáttmálum, tey skulu samráðast um.
- Tað er tó eisini eyðsæð, at tað er til teirra fyrimun meira enn til okkara, at alt kemur at snúgva seg um henda eina verkfalsrakta sáttmálan, tí helst skal hann síðan brúkast at diktera prosentvísu lønarhækkingarnar í øllum samráðingunum, sum koma aftaná við onnur feløg. Soleiðis ljóðar tað í hvussu er, tá tað frá arbeiðsgevarasíðuni verður tosað upp í saman um ein ófrávíkiligan lønarkarm, sigur Arnfinn Bech.
Hann vissar tó um, at leiðsla og nevnd í Maskinmeistarafelagnum ikki bara sita á hondunum, meðan bíðað verður eftir at sleppa fram at samráðingarborðinum, men brúka bíðitíðina at fyrireika seg.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: MF.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments