top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

MEININGAR | Antares: Vónandi tekur landsstýrið annað skinn um bak, og sleppur hesum uppskotinum

Vit skilja á ein hátt argumentið fyri at avtaka serskipanir, tí her eru serskipanir í ovurmát, sum tryggja nøkrum, men ikki øðrum. Har serliga tey í umsitingini fáa ágóðar, sum onnur bara kunnu droyma um.


Serskipanir Í uppskotinum um nýggja skattaskipan, vísir landsstýrið, at tey halda Føroyar vera heimsins nalva. Føroyingar hava í nógv meira enn 100 ár verið við á altjóða arbeiðsmarknaðinum, fyri at vinna sær og sínum lívsins uppihald. Vísan Vaagen er yrkt í 1894, og longu tá høvdu føroyingar verið uttanlands í áratíggju. Fyrst í Bretlandi (Hetlandi) og seinni í Íslandi.

Vit taka fult undir við orðunum hjá Kierkegaard, at «sorrig og glede, de vandre tilhobe». Vit hava havt hungursár og góð ár vid skiftandi millumbilum. Gablatídina, 30 árini og bankakrakkini í 50’unum og 92, hava øll hoyrt um ella kent til á egnum kroppi. Tí hevur tað verið sera umráðandi, ja lívsneyðugt, at arbeiðsmarknaðurin ikki hevur verið avmarkaður bert til at fevna um at arbeiða ella sigla í Føroyum. Og politiska skipanin hevur sæð týdningin, at fólk eru farin aðrastaðni at fáa royndir og inntøkur. Og talan hevur ikki bara verið um menn, í Vaagen hoyra vit «Dreingir og gentur í hundraðtali ta ferðina skuldu gera»

Men nú tekur tann politiska skipanin tíverri burtur alt, sum er arbeittupp síðani tey seinastu meira enn 100 árini, um hendan nýggja skattaumskipanin verður samtykt, væl at merkja.

Landsstýrið sigur beinleiðis í uppskotinum til skattaumlegging at FAS og DIS, eru í beinleiðis kapping við allan heimin, og tí ikki eru umfatað av skattaumleggingini. Tað er at gleðast um. Men hvat við teimum sum eisini eru í altjóða sigling undir NIS, NOR ella aðrari skipan? Eiga hesi ikki at hava somu møguleikar? Skulu landsins myndugleikar ikki leggja til ræGs fyri einum Hølbroyum arbeiðsmarknaða, við so nógvum beinum, sum tilber, heldur enn at reka fólk til NOR, DIS og FAS?

Hví skulu Vinnuháskúlin og Sjónám útbúgva fleir 10 tals skipsførarar og maskinmeistarar hvørt ár? Tað er ongin orsøk at útbúgva til arbeiðsloysið. Við minkandi fiskiskipaflota og lítla handilsskipaflotanum vit hava í Føroyum, er ikki neyðugt at útbúgva skipsførarar og maskinmeistarar. Á fiskiskipum er bert neyðugt at hava skiparaprógv. Á øllum skipum, ið hava undir 3000 kw maskinorku er bert maskinistprógv eitt krav. Vinnuháskúlin kostar um 24,2 mió. og Sjónám 3,8 mió., tá hugt verður í Fíggjarlógaruppskotið fyri 2024.


Hendan upphæddin kundi verið minkað munandi, um skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingin vóru spardar burtur. Tað eru sjálvandi nøkur reiðaríir, sum hava skip, har skipsførara- og maskinmeistaraprógv eru kravd, har kundu reiðaríini sett eina aspirantskipan í verk og skúla teimum uttanlanda.

Vit eru ikki limir í ES ella EØS, tað merkir, at vit innan ES eru at meta sum kongolesar, uruguayanar, nýsælendarar, tibetanar o.s.fr....Tí er tað er so spakuliga blivið alt trengri hjá okkum, og heldur enn at lata hurðarnar upp, so føroyingar sleppa út, so vilja tey lata aftur. Vit hava fólk, sum starvast í m.a. Írlandi, har stóru fyritøkurnar, sum Google, Apple, Meta, Microsoft o.s.fr. halda til, tí har eru bestu treytirnar. Hesir føroyingar hava, sum er, trupulleikar, og teir gerast ikki minni við hesum uppskotinum. Hesi fólkini kunnu gerast byrjanin til eina nýggja vinnu, men við hesum uppskotinum doyr hon í føðingini.

Fyri at venda aftur til Vaagen, so spurdist eitt kjak burturúr, og eftirtíðin hevur sannað, at yrkjarin, Jóan Petur uppi í Trøð, fekk rætt, tá hann segði «Hvør veit, um eg ikki kann ugga meg við, at ríma Andrasar verður gloymd, men „Vaagen“ goymd?“.

Lat okkum vóna, at landsstýrið tekur annað skinn um bak, og sleppir hesum uppskotinum, so vit ikki fara at sanna, at ávaringarnar vóru rættar.

Vit skilja á ein hátt argumentið fyri at avtaka serskipanir, tí her eru serskipanir í ovurmát, sum tryggja nøkrum, men ikki øðrum. Har serliga tey í umsitingini fáa ágóðar, sum onnur bara kunnu droyma um.

Serskipaninar fyri barsil, har summi fáa væl meira enn onnur, summi fáa feriu seinni, um tey gerast sjúk í feriuni, við fullari løn sjálvandi, yvirdádigu eftirlønirnar hjá politikkarum og aðalstjórum, oyðsli við almennu pengunum á Glasi, H-bygninginum o.ø, ein stór umsiting o.s.fr. o.s.fr.

Lat okkum hyggja at serskipanum, men lati okkum fyri einaferð skyld byrja í rætta endanum.


Nevndin í Antares

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
Youtube Logo
Instagram Logo


Kelda: Antares

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Recent Posts

See All

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page