MEST | Fingið góðkenning til nýggju dokkina á Skála
Umhvørvisstovan fekk tvær kærur um umhvørvisárinsmetingina í sambandi við dokkina
Nýggja dokkin hjá MEST á Skála verður 150 metrar long, 33 metrar breið og 12 metrar djúp á gáttini. Hon verður bygd innan fyri verandi turrdokk. Mynd 📸 KVF.fo
Umhvørvisstovan hevur góðkent turrdokkina, sum MEST ætlar at gera á Skála.
Umhvørvisstovan fekk 7.apríl í ár uppskot frá MEST um umhvørvisárinsmeting.
Umhvørvisstovan hevði nakrar viðmerkingar og fekk 30.juni dagførda umhvørvisárinsmeting.
Umhvørvisstovan fekk tvær kærur um metingina.
Onnur var um, at fólk á Skála bóðu Runavíkar kommunu um innlit. Tey gera vart við, at ognirnar nærindis ætlaðu dokkini fara at missa virði. Fólk kravdu, at tey ikki fara at hava peningaligan miss av ætlaðu útbyggingini hjá MEST.
Umbønin um innlit er til Runavíkar kommunu, og tí ikki eitt mál fyri Umhvørvisstovuna, er niðurstøðan hjá Umhvørvisstovuni.
Skifta til elrikin tól
Eitt fólk á Skála ger vart við nógva gangin frá virkseminum hjá MEST.
Umhvørvisstovan spurdi MEST, sum sigur, at tá trukkar, lyftur og onnur amboð skulu skiftast út, vera tey skift til elrikin tól, har tað ber til.
MEST viðmerkir eisini, at sambært mannagongdum felagsins verður ikki sproytmálað oman fyri lúnning.
Hetta tekur Umhvørvisstovan til eftirtektar.
Hon sigur eisini, at í umhvørvisgóðkenningini eru krøv um tól, sum hava gang, og um sproytmáling.
Nýggja dokkin hjá MEST verður 150 metrar long, 33 metrar breið og 12 metrar djúp á gáttini.
Hon kann taka øll føroysk skip uttan Norrønu.
Góðkenningarskrivið frá Umhvørvisstovuni kann lesast her.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: MEST
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comentários