top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Nýggj andlit í nevndini hjá Føroya Fiskimannafelag

Í síðstu viku helt Fiskimannafelagið landsfund í Løkshøll. Fyri fyrstu fer í søgu felagsins skuldu nevndalimirnir veljast beinleiðis á sjálvum landsfundinum.


Á myndini frá vinstru: Esmar Mikkelsen, John Frank Haraldsen og  Erling Jacobsen allir nývaldir.
Á myndini frá vinstru: Esmar Mikkelsen, John Frank Haraldsen og  Erling Jacobsen allir nývaldir.

Við broytingini er skipanin við økisvaldum nevndarlimum burtur, t.d sýsluformenn.

Á landsfundinum í ár skuldi sekst nevndarlimir veljast.


Áðrenn fundin var greitt, at Sámal Poulsen og Sólberg Olsen, sum vóru valdir ávikavist í suðuroy og Vágoy, ikki stillaðu uppaftur. Hinir, Magnus Pauli Glerfoss, Per Á Sýnini, Sniálvur Røvilsberg, Hans Vilhelm Danielsen stillaðu allir uppaftur. 



Stríðsval at sleppa í nevndina


Sum nevnt skuldu seks nevndarlimir veljast, men, átta valevni vóru at velja í.


Valdir vóru Erling Jacobsen, Gøtu og  Hans Vilhelm Danielsen, Tórshavn, Per á Sýnini, Runavík, Sniálvur Røvilsberg, Skopun, Esmar Mikkelsen, Syðrugøtu og John Frank Haraldsen, úr Sandavági. Varalimir eru nú Pól Fuglø, Norðdepli og Magnus Pauli Glerfoss, Klaksvík.


Nýggja nevndin tekur við 1. februar 2026.


Á myndini frá vinstru: Esmar Mikkelsen, John Frank Haraldsen og  Erling Jacobsen allir nývaldir.


(Myndir 📸 fiskimannafelag.fo)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page