top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

SJÓKOVIN | Stór granskingar-verkætlan um fiskiskap og veðurlagsbroytingar sett í gongd

Verkætlanin hevur fingið játtað 33,5 mió. krónur úr ES


Stóra granskingarverkætlanin, MeCCAM, fer nú av bakkastokki undir leiðslu av Sjókovanum. Dagarnar 3.-5. juni hittast granskarar úr níggju londum í Føroyum at seta verkætlanina í gongd.


Talan er um eina ES-fíggjaða verkætlan, sum hevur til endamáls at menna loysnir, sum kunnu minka útlátið av vakstrarhúsgassum og laga fiskiskapin í Evropa til veðurlagsbroytingar.


Verkætlanin hevur fingið játtað 33,5 mió. krónur úr ES. Partnararnir eru 16 í tali, og úr Føroyum luttaka Varðin, Havstovan og Sjókovin, sum hevur leiðsluna av verkætlanini.


40 granskarar og serfrøðingar


Í døgunum 3.-5.juni verður kick-off fundur í Føroyum, har 40 granskarar og serfrøðingar úr níggju londum í Evropa luttaka. Hetta eru fólk frá nøkrum av fremstu granskingarstovnum og fyritøkum innan fiskivinnuna, sum saman skulu finna loysnir at minka avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum í fiskivinnuni.


Eitt av granskingarøkjunum í verkætlanini er uppsjóvarfiskiskapur í Norðuratlantshavi. Fleiri fiskivinnufyritøkur skulu royna nýggja tøkni og átøk fyri at minka umhvørvisávirkanina í fiskivinnuni, teirra millum Varðin og íslendska fyritøkan, Brim.


Kanna fleiri øki


Verkætlanin skal eisini greina sambandið millum oljunýtslu, fiskileið, árstíð og góðsku í samstarvi við uppsjóvarvirkir. Harafturat leggur verkætlanin dent á at betra dátuinnsavnan og -greining fyri at betra umsitingina av fiskiskapi og frágreiðingar um burðardygd.


Á fundinum, sum verður á Hotel Hafnia, fara luttakararnir at leggja fram ætlanir fyri, hvussu virksemið í verkætlanini skal leggjast til rættis. Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálunum, Jóhan Christiansen, setir fundin, og eisini verður heilsan borin fram frá umboðum úr stovnum undir evropeisku kommissiónini. Mikudagin seinnapart verður eisini vitjað umborð á Gøtunesi, har ið skiparin og manning fara at vísa runt og greiða frá fiskiskapinum.



(Mynd 📸 Sjókovin.fo)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: Sjókovin

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:


Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page