SJÓVINNUSTÝRIÐ | Fit for 55%, umhvørvisátøk fyri shipping-vinnuna
SJÓVINNUSTÝRIÐ kunnar í dag um umhvørvisátøk, sum ES ætlar at seta í verk fyri shipping-vinnuna.
14. juli 2021 kunngjørdi Evropeiska Kommissiónin “Fit for 55” pakkan, sum eru uppskot, sum skulu minka um samlaða Co2-útlátið hjá ES við 55% áðrenn 2030. Shipping-vinnan stevnir tí ímóti strangari ES-reglum. Niðanfyri verður í stuttum sagt frá pakkanum og hvussu hann fer at ávirka shipping-vinnuna.
Fit for 55-pakkin ávirkar alla vinnu, men fyri shipping eru serliga hesi uppskot verd at leggja til merkis:
• 𝐓𝐡𝐞 𝐄𝐮𝐫𝐨𝐩𝐞𝐚𝐧 𝐓𝐫𝐚𝐝𝐢𝐧𝐠 𝐒𝐲𝐬𝐭𝐞𝐦 𝐃𝐢𝐫𝐞𝐜𝐭𝐢𝐯𝐞 • 𝐓𝐡𝐞 𝐅𝐮𝐞𝐥𝐄𝐔 𝐌𝐚𝐫𝐢𝐭𝐢𝐦𝐞 𝐑𝐞𝐠𝐮𝐥𝐚𝐭𝐢𝐨𝐧 • 𝐓𝐡𝐞 𝐀𝐥𝐭𝐞𝐫𝐧𝐚𝐭𝐢𝐯𝐞 𝐅𝐮𝐞𝐥 𝐈𝐧𝐟𝐫𝐚𝐬𝐭𝐫𝐮𝐜𝐭𝐮𝐫𝐞 𝐑𝐞𝐠𝐮𝐥𝐚𝐭𝐢𝐨𝐧 • 𝐓𝐡𝐞 𝐄𝐧𝐞𝐫𝐠𝐲 𝐓𝐚𝐱𝐚𝐭𝐢𝐨𝐧 𝐃𝐢𝐫𝐞𝐜𝐭𝐢𝐯𝐞
ES-kommissjónin hevur lagt uppskotini fram, og samráðingar við evropatingið eru um at byrja. Samráðingarnar verða væntandi fjøltáttaðar og langdrignar, og vit eru helst langt inni í 2022, áðrenn nakrar semjur verða gjørdar. Tað er tó greitt, at reglurnar fara at hava stóra ávirkan á shipping-vinnuna og á tey skip, sum eru 5000 BT ella størri.
1. 𝐓𝐡𝐞 𝐄𝐮𝐫𝐨𝐩𝐞𝐚𝐧 𝐓𝐫𝐚𝐝𝐢𝐧𝐠 𝐒𝐲𝐬𝐭𝐞𝐦 𝐃𝐢𝐫𝐞𝐜𝐭𝐢𝐯𝐞 Meðan skip yvir 5000 BT í dag rapportera útlát sambært EU MRV-skrásetingarskipanini, verða tey nú partur av ETS-skipanini, sum er útlátshandilsskipanin hjá ES frá 2005. Skipini skulu keypa sær eina umsetiliga Co2-kvotu, og tey skip, sum sigla innanhýsis í ES, rinda fyri alt sítt útlát. Skip, sum sigla til- og úr ES-havnum, rinda fyri helvtina av útlátinum. Skipanin fer spakuliga í gongd við 20% gjaldsskyldu í 2023. Í 2026 verður 100% av Co2-gjaldinum kravt. Um skipini ikki liva upp til krøvini, so kunnu tey fáa bót ella verða bannaði at sigla í ES-farvatni.
2. 𝐓𝐡𝐞 𝐅𝐮𝐞𝐥𝐄𝐔 𝐌𝐚𝐫𝐢𝐭𝐢𝐦𝐞 𝐑𝐞𝐠𝐮𝐥𝐚𝐭𝐢𝐨𝐧 Hetta er ein nýggj regla, sum kemur í gildi í 2025 og sum setur krøv um skráseting av útláti um borð á skipum. Reglan verður galdandi fyri somu skip, sum eru fevnd av EU MRV reglugerðini og fevnir, umframt Co2, eisini um metan og nitrogenoxid. Útlátið av vakstrarhúsgassum skal minka við 2 % innan 2025, sammett við 2020, fyri síðani at røkka eini 75% minking innan 2050. Birt verður upp undir, at skip skulu framleiða streym umborð, t.d. við vindorku. Reglugerðin fer eisini at krevja, at bingju- og ferðafólkaskip frá 2030 nýta landstreym, um tey liggja við kai í meira enn tveir tímar. Sum við ETS, so kunna skip, ið ikki liva upp til krøvini, fáa bót ella verða bannaði at sigla í ES-farvatni.
3. 𝐀𝐥𝐭𝐞𝐫𝐧𝐚𝐭𝐢𝐯𝐞 𝐅𝐮𝐞𝐥𝐬 𝐈𝐧𝐟𝐫𝐚𝐬𝐭𝐫𝐮𝐜𝐭𝐮𝐫𝐞 𝐑𝐞𝐠𝐮𝐥𝐚𝐭𝐢𝐨𝐧 Hendan reglugerð er ein dagføring av eini verandi fyriskipan og krevur, at ES-lond fram til 2025 økja um atgongdina til LNG og innan 2030 kunnu veita el-landstreym í týðandi ES-havnum.
4. 𝐄𝐧𝐞𝐫𝐠𝐲 𝐓𝐚𝐱𝐚𝐭𝐢𝐨𝐧 𝐃𝐢𝐫𝐞𝐜𝐭𝐢𝐯𝐞 Hendan reglugerðin verður endurskoðað við tí fyri eygað at strika avgjaldsfrítøku fyri vanligt brennievni, brúkt í sigling millum ES-havnir frá 1. januar 2023. Skip sum bunkra í altjóða øki til eyka ES-ferðir verða framvegis frítikin fyri avgjøld. Fyri tungolju verður gjaldið uml. 37 EUR fyri hvørt tons. Í byrjanini verður gjaldið á LNG 0,6 EUR fyri hvørt gigajoule. Alternativ orka verður undantikin avgjaldsskyldu í 10 ár.
𝐓𝐢𝐥𝐦æ𝐥𝐢 Hesar ES-reglugerðir koma afturat reglunum hjá IMO um minking av vakstrarhúsgassum. Tað verður viðmælt, at skip og reiðari beinanvegin fara í holt við at leggja eina ætlan fyri, hvussu tey ætla at røkka málunum og liva upp til krøvini.
Kelda: DNV Technical and Regulatory News frá 13. okt. 2021.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Sjóvinnustýrið
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments