top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Sjóvinnustýrið | Kanning av línuskipum

Sjóvinnnustýrið hevur kannað trygdarstøðuna umborð á føroysku línuskipunum í bólki 3, og hóast støðan sum heild er nøktandi, so er rúm fyri ábót


Tilvildarlig mynd. av heimasiðuuni hjá Føroya Skipara og  Navigatør
Tilvildarlig mynd. av heimasiðuuni hjá Føroya Skipara og Navigatør

Eftir syndarligu vanlukkuna tann 6. februar í fjør, tá ið Kambur sakk, fór Sjóvinnustýrið undir eitt stórt eftirlitsátak í línuflotanum.


Endamálið var at kanna trygdarstigið umborð á línuskipunum fyri at fáa eina heildarmynd av støðuni og at eyðmerkja, hvat ið bøtast kann. Tí sjálvandi má einki skip farast vegna trygdarveikleika, ið hevði kunnað verið fyribyrgdur, og trygdarmenning er áhaldandi arbeiði, sum gerast skal.


Úrslitini eru nú savnað í frágreiðingini, sum eitur “Átak 2024 – Línuskipini”, sum sæst her.

Tilsamans 12 skip eru kannað: Klakkur, Polarstjørnan, Núpur, Pison, Kambur, Stapin, Sandshavið, Mars, Jógvan I, Vesturhavið, Eivind og Jákup B. Eftirlitini hava m.a. fevnt um atkomuviðurskifti, arbeiðsviðurskifti, bjargingarútgerð, vatntættleika, sløkkiútgerð, skrásetingar, vaktarhald, sertifikat, dragilúkur, happing, skelti og hvílitíð.


Átakið hevur givið gott fakligt og menniskjansligt innlit í støðuna umborð. Trygdarstøðan á føroyskum línuskipum er sum heild nøktandi, men tó er greitt, at nøkur álvarslig viðurskifti krevja ábót – serliga tá tað ræður um upplæring, viðlíkahaldi, skjalfestan.

Sjóvinnustýrið mælir til, at arbeiðið heldur fram við meira upplýsing, venjing og stuðli til reiðarí og manning fyri at tryggja eina støðuga menning av trygdini á sjónum.


Tí trygdin umborð er ein felags uppgáva. Við greiðum ábyrgdarøki millum reiðarí, skiparar og yvirmenn, manningar og Sjóvinnustýrið, og við regluligum venjingum og góðum samskifti kann trygdarstøðan umborð á føroyskum línuskipum styrkjast.


Sjóvinnustýrið heitir á allar partar um at gera sítt.



(Mynd: FSN)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv



Logo
Logo
Logo



Kelda: Sjóvinnustýrið og FSN.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

コメント


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page