top of page
Tíðindi: Blog2
ØLL EVNIR OG LEITING AV #'S
GREINAR EFTIR # FRÁMERKING:
NÝGGJASTA










MEST NÝTT #'s


Maskinmeistarafelagið | Limakunning væl móttikin
Maskinmeistarafelagið hevur í vetur brúkt orku uppá kunningartiltøk fyri limunum á teimum ymisku sáttmálaøkjunum. Fyri jól vóru tiltøk fyri limum á almennu og kommunalu sáttmálaøkjunum, har bíðað verður eftir at sleppa at samráðast, og í dag var kunningartiltak á Hotel Hilton fyri maskinmeistarum við fiskiskipum. Undirtøkan fyri tiltøkunum er góð. Í løtuni bíðar Maskinmeistarafelagið eftir at sleppa til samráðingar um sáttmálarnar á landsalmennu og kommunalu sáttmálaøkjunum –
Jan 23 min read


Maskinmeistarafelagið | Kunnandi fundur fyri limir, ið sigla við føroyskum fiskiskipum
Mánadagin 29.12.2025 frá kl. 09.00.-14.00. skipar Maskinmeistarafelagið fyri kunnandi fundi fyri limir, ið starvast á sáttmálaøkinum millum Maskinmeistarafelagið og Føroya Reiðarafelag fyri fiskiskip. Maskinmeistarafelagið bjóðar limum sínum, ið sigla við føroyskum fiskiskipum, til kunnandi fund á Hotel Hilton mánadagin 29.12.2025 kl. 09.00.-14.00. Í sambandi við at Maskinmeistarafelagið undirskrivaði sáttmálan við Føroya Reiðarafelag fyri fiskiskip fyrr í ár, skipar felagið
Dec 19, 20251 min read


Maskinmeistarafelagið | Arnfinn Bech heldur fram sum formaður komandi valskeið
15. desember 2025, var freistin úti til at stilla upp til komandi formansval í Maskinmeistarafelagnum. Bara verandi formaður Arnfinn Bech hevur stillað upp til formansvalið og fer hann sostatt at halda á fram í starvinum komandi 3-ára skeiðið eftir aðalfundin, sum verður í mars mánað komandi ár. Uppstilling til formanssessin: Arnfinn Bech. Til nevndarval eru hesir uppstillaðir: Magni G. Joensen, Norðskáli. Rógvi K. Hansen, Kollafjørður. Brævatkvøður Fram til aðalfundin, sum
Dec 18, 20251 min read


BFI SAMRØÐA | HAVKAPPAR | Jákup á Reynatrøð - Stýrimaður hjá Esvagt 🎥 📺
Havkappar er nýggj røð á Blue Faroe Islands har tosað verður við sjómenn og kvinnur nær og fjar. Ynskið er at seta andlit á okkara fiski- og sjóvinnu. Í hesum parti av Havkappum, tosar Ólavur í Geil við Jákup á Reynatrøð, sum er 1. stýrimaður umborð á skipi hjá Esvagt. Skipið hevur til uppgávu at flyta arbeiðsfólk fyri Total Energy umborð á mannleysar boripallar, har tey m.a servisera, viðlíkahalda og uppstarta. Jákup trívist væl í sínum arbeiði og hjá Esvagt. Sí áhugaverdu B
Dec 11, 20251 min read


Trý tangaskip eru skrásett í FAS seinasta mánaðin
Systurskipini YOKOHAMA PIONIER og KOBE PIONIER hava fingið merkið á hekkuna og eru á veg til Europa, har tey fara at hava sítt dagliga virki. Skipini eru bygd í Korea í ávikavist 2015 og 2016. Tey eru ávikavist 2.801 og 2.696 bruttotons til støddar. SELVÍK ICE er bygt í Hollandi í 2000. Tað skal m.a. sigla við olju til skip í Barentshavinum. Hesi skipini eru trý av einans seks olju- og kemikaliutangaskipum í FAS. Hini eru FURE SKAGEN, FURE SPEAR og OKTAN. (Mynd: THOR) Trýst
Nov 28, 20251 min read


BFI SAMRØÐA | HAVKAPPAR | Johan Ásmundsson- Á Íslandsryggi eftir toski 🎥 📺
Havkappar er nýggj røð á Blue Faroe Islands har tosað verður við sjómenn og kvinnur nær og fjar. Ynskið er at seta andlit á okkara fiski- og sjóvinnu. Í hesum parti av Havkappum, tosar Ólavur í Geil við Johan Ásmundsson, sum arbeiðir sum dekkari umborð á Norðfinni. Í løtuni er teir staddir á Íslandsrygginum, og royna eftir toski. Fiskiskapurin hevur verið góður teir seinastu túrarnar, og higartil er hann góður eisini hesaferð. Teir eru akkurát komnir umborð aftur, og teir eru
Nov 26, 20251 min read


BFI SAMRØÐA | HAVKAPPAR | Høgni Mouritsson Joensen - Kanningararbeiði uttanfyri Senegal 🎥 📺
Havkappar er nýggj røð á Blue Faroe Islands har tosað verður við sjómenn og kvinnur nær og fjar. Ynskið er at seta andlit á okkara fiski- og sjóvinnu. Í hesum parti av Havkappum, tosar Ólavur í Geil við Høgna Mouritsson Joensen, maskinmeistara, sum siglir uttanfyri Senegal í løtuni. Skipið hevur fingið til uppgávu at gera kanningararbeiði á havbotninum av rørleidningum, og tað verður gjørt við hjálp av ROV' arum, undirvatnsrobottum, sum verða stýrdir av norskum og suðurafrik
Nov 19, 20251 min read


BFI SAMRØÐA | HAVKAPPAR | Bjarni Samson - Fiskarí í Barentshavinum 🎥 📺
Havkappar er nýggj røð á Blue Faroe Islands har tosað verður við sjómenn og kvinnur nær og fjar. Ynskið er at seta andlit á okkara fiski- og sjóvinnu. Í hesum parti av Havkappum, tosar Ólavur í Geil við Bjarna Samson, sum siglir við Gadus í Barentshavinum. Bjarni hevur drúgvar royndir á havinum, og arbeiðir nú sum fabriksformaður. Umborð eru teir optimistiskir um fiskiskapin, og vóna at koma heim til jólar. Vaktirnar eru 6 tímar í senn, og umstøðurnar umborð eru góðar. Fisku
Nov 12, 20251 min read


BFI SAMRØÐA | HAVKAPPAR | Sommer Kjærbo - Hernaðarútgerð fyri NATO 🎥 📺
Havkappar er nýggj røð á Blue Faroe Islands har tosað verður við sjómenn og kvinnur nær og fjar. Í fimta parti av Havkappum, tosar Ólavur í Geil við Sommer Kjærbo, sum siglir yviri í Norra við skipinum Samskip Kvitbjørnen. Sommer er yvirstýrimaður, og siglir farm, so sum bilar, maskinir og fóður fyri MOWI. Eitt kontór arbeiði á havinum, sum krevur nógva samskiping. Ein partur av arbeiðnum hevur verið at flutt hernaðarútgerð fyri NATO. Sí áhugaverdu BFI samrøðuna við Sommer K
Oct 29, 20251 min read


Nýbygningur hjá Thun skrásetttur í FAS
Reiðaríið Erik Thun AB hevur latið byggja eitt nýtt farmaskip til sín farmaflota. KOLLAND varð latin reiðarínum síðst í september og fekk i vikuni føroyska flaggið á hekkuna. Reiðaríið hevur nú 16 farmaskip í flotanum umframt 21 tangskip – og 10 teirra eru skrásett í FAS. Vit eru fegnast um, at eitt so viðurkent reiðarí sum Thun aftur velur at skrásta skip síni í FAS. At nýbygningar verða lagdir afturat flotanum hjálpir samstundis at halda miðaldrinum á FAS-skipunum lágum og
Oct 24, 20251 min read


Ársaðalfundur og 130 ára veitsla hjá Føroya Skipara -& Navigatørfelag
Ársaðalfundurin hjá Føroya Skipara -& Navigatørfelag verður á Hotel Hilton Garden inn tann 28. 12. 2021 kl 09:30. Byrja verður við innskriving og morgummati, dørurði verður kl ca 12:00 (Mynd 📸 FSN. Á myndini, Annfinnur Garðalíð) Tann 27. decembur 2025 kl 10:00 verður Ársaðalfundurin hjá FSN á Hotel Hilton Garden Inn. Byrja verður við morgunmati við innskriving kl 09:00. Kl: 19:00 verður 130 ára veitslan hjá Føroya elsta fakfelag " Føroya Skipara -& Navigatørfelag" á Hotel H
Oct 24, 20252 min read


MASKINMEISTARAFELAGIÐ | VIDEO - Norðurlendskir starvsbrøður øtaðust
Tað finst ongin umbering fyri hendingini við opna hekkuportrinum á Galaxy, eru norðurlendskir maskinmeistarar samdir um í hesi vikuni hevur seinni hálvárligi fundurin hjá NMF (samstarvsfelagsskapurin hjá norðurlendsku maskinmeistarafeløgunum) verið íi Malmø í Svøríki, og har øtaðust umboðini fyri feløgini, tá greitt varð frá málinum við Galaxy, sum sigldi um Suðuroyarfjørð við hekkuportrinum á glopp. Fráfarandi forsetin í NMF, Odd Rune Malterud, varastjóri og fakligur leiðari
Oct 13, 20251 min read


BFI SAMRØÐA | HAVKAPPAR | Benjamin Matras - Fraktar sand til motorveg 🎥 📺
Havkappar er nýggj røð á Blue Faroe Islands har tosað verður við sjómenn og kvinnur nær og fjar. Í fjórða parti av Havkappum, tosar Ólavur í Geil við Benjamin Matras, sum er skipari umborð á einum skipi, sum eitur Doris K. Reiðaríið eitur BG Stone, er danskt og hevur høvuðssæti í Viborg. Í 11 ár hevur Benjamin arbeitt á sama reiðaríi, og skipið, sum hann siglir við, flytir sand. Akkurát nú er tað ein motorvegur, sum skal gerðast. Sí áhugaverdu BFI samrøðuna við Benjamin Matr
Oct 1, 20251 min read


BFI SAMRØÐA | HAVKAPPAR | Martin Gardar - Mannleysir boripallar 🎥 📺
Havkappar er nýggj røð á Blue Faroe Islands har tosað verður við sjómenn og kvinnur nær og fjar. Havkappar er nýggj røð á Blue Faroe Islands har tosað verður við sjómenn og kvinnur nær og fjar. Í triðja parti av Havkappum, tosar Ólavur í Geil við Martin Gardar. Martin er staddur 1 tíma norðanfyri Tromsø, har hann arbeiðir sum Instrument Tubing rørleggjari fyri Aker Solutions ígjøgnum Faroe Offshore Service. Fýra nýggir boripallar verða bygdir, og harav eru tríggir av teimum
Sep 24, 20251 min read


BFI SAMRØÐA | HAVKAPPAR | Eyðstein Ólason - Vaktarhald við vindmyllur 🎥 📺
Havkappar er nýggj røð á Blue Faroe Islands har tosað verður við sjómenn og kvinnur nær og fjar. Í næsta parti av Havkappum, tosar...
Sep 17, 20251 min read
bottom of page









.png)
%20(1).png)