Navigare Shipping hevur skrásett 2 skip í FAS
- Ólavur Í Geil
- 32 minutes ago
- 1 min read

Sp/f Navigare Shipping hevur nýliga skrásett tvey skip í Altjóða Føroysku Skipaskrásetingini (FAS), nevniliga HAV LEITI og HAV SKER.
HAV LEITI (OZ2234, IMO 1098028) er ein nýbygningur, bygdur á Thecla Bodewes Shipyards B.V. í Hollandi. Skipið er 3.984 BT og hevur eina longd á 88,28 metrar.
Framdriftin er grundað á eina 1.300 kW Renk diesel-elektriska skipan, sum tryggjar eina nútímans og orkusparandi loysn.
HAV SKER (OZ2242, IMO 9527685) varð bygt í 2011 á Astilleros de Murueta í Spania. Skipið er 2.998 BT og hevur eina longd á 84,85 metrar. Høvuðsframdriftin er ein 2.040 kW MAN B&W-høvuðsmotorur, sum gevur skipinum góða og álítandi rakstrarorku.
Við skrásetingini av hesum báðum skipunum styrkir Sp/f Navigare Shipping um virksemi sítt undir føroyskum flaggi, samstundis sum FAS fær tvey vælútgjørd handilsskip aftrat skránni.
Altjóða Føroyska Skipaskrásetingin ynskir HAV LEITI og HAV SKER hjartaliga vælkomin í FAS.

(Mynd: Navigare)indabræv
Kelda: Sjóvinnustýrið
Follow us on Facebook:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Sjóvinnustýrið #FSN #FAS #FøroyaSkiparaogNavigatørfelag #FaroeseMaritime #Faroeislands #directory #officialgatewaytotheFaroeseMaritimeIndustry
Follow us on LinkedIn:
.png)
%20(1).png)







