Trý tangaskip eru skrásett í FAS seinasta mánaðin
- Ólavur Í Geil
- 4 minutes ago
- 1 min read
Systurskipini YOKOHAMA PIONIER og KOBE PIONIER hava fingið merkið á hekkuna og eru á veg til Europa, har tey fara at hava sítt dagliga virki. Skipini eru bygd í Korea í ávikavist 2015 og 2016. Tey eru ávikavist 2.801 og 2.696 bruttotons til støddar.



SELVÍK ICE er bygt í Hollandi í 2000. Tað skal m.a. sigla við olju til skip í Barentshavinum.
Hesi skipini eru trý av einans seks olju- og kemikaliutangaskipum í FAS. Hini eru FURE SKAGEN, FURE SPEAR og OKTAN.
(Mynd: THOR)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Sjóvinnustýrið
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Sjóvinnustýrið #FSN #FAS #FøroyaSkiparaogNavigatørfelag #FaroeseMaritime #Faroeislands #directory
Fylg LinkedIn #'s:









.png)
%20(1).png)










