TÍÐINDI | Søguligt vegamót - Sjórætturin er nú á føroyskum hondum
- Eva Andrésen

- Aug 13
- 1 min read
Føroyar hava nátt eitt søguligt vegamót við samtyktini av sjólógini og øllum sjórættarliga økinum – eitt týðandi stig ímóti einum føroyskum sjálvstýri. Hetta varð hátíðarhildið á lítlari samkomu í Sjóvinnustýrinum 12. august.
Í hesum sambandi undirskrivaðu varastjórin í Søfartsstyrelsen, Rikke Wetter Olufsen, og stjórin í Sjóvinnustýrinum, Hans Johannes á Brúgv, eina dagførda samstarvsavtalu.
Avtalan sigur, at tætta samstarvið millum stovnarnar báðar heldur fram, og at Søfartsstyrelsen veitir hjálp og stuðul í arbeiðinum at menna sjórættarøkið í Føroyum. Hetta fevnir millum annað um samstarv í altjóða høpi, eitt nú í sjóvinnufelagsskapinum hjá ST, IMO.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum flutti fram røðu, har hon m.a. segði frá gongdini at taka yvir alt tað, sum hevur við sjóøkið at gera. Tilgongdin byrjaði í 2001, tá málsøkið trygd á sjónum varð yvirtikið. Í 2011 var tað loðslóggávan, í 2020 sjókortini og í 2024 vórðu økini sjóuppmerking og vitaverk yvirtikin. Sostatt eru øll viðurskifti á sjórættaraliga økinum nú á føroyskum hondum. Umhvørvisstovan umsitur sjókortini, og Sjóvinnustýrið umsitur hini økini.
Rikke Wetter Olufsen, varastjóri í Søfartsstyrelsen, og Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, søgdu eisini nøkur orð.
Sí myndir frá degnum niðanfyri:







Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Vinnuhúsið og søfartsstyrelsen
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #faroeislands #faroeislandsmaritimedirectory #directory #sjóvinna #fiskivinna #Alivinna #Aquaculture #fishingindustry #Sjóvinnustýrið #Søfartsstyrelsen
Fylg LinkedIn #'s:









.png)
%20(1).png)

















Comments