top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Áhugaverda vinnustevnan Faroexpo verður aftur í ár, 20. – 22. mai

Endamálið við Faroexpo er, at seta føroyskar fyritøkur, almennar myndugleikar og teirra virksemi í brennidepilin og at styrkja sambandið millum fyritøkur kring landið, umframt sambandið við útlendskar fyritøkur.

(Mynd 📸 vrg)



Faroexpo vinnustevnan, ið er annaðhvørt ár, verður aftur í ár hildin í Runavík, 20. – 22. mai 2025.


Endamálið við Faroexpo er, at seta føroyskar fyritøkur, almennar myndugleikar og teirra virksemi í brennidepilin og at styrkja sambandið millum fyritøkur kring landið, umframt sambandið við útlendskar fyritøkur.


Vinnufundir


Út frá ynskjum frá fyritøkum, planleggur leiðslan fyri Faroexpo vinnufundir, har fyritøkur møtast, og soleiðis spyrjast munagóð úrslit burturúr. Heilt konkret hava fleiri fyritøkur gjøgnum árini soleiðis funnið sær samstarvsfelagar, undirveitarar og onnur óformlig sambond. Í ár eru eisini útlendskar fiski- og alifyritøkur við, fyri at kanna hvat føroyskar fyritøkur kunnu bjóða.


Vinnustevnan er tó ikki bert fyri fiskivinnuna. Luttøkan undanfarnu árini hevur vanliga ligið frá 50 til 70 luttakandi fyritøkur, har flestu vinnugreinar hava verið umboðaðar. Eftir nærum 20 ár á baki, er áhugin fyri Faroexpo enn stórur.


Almenn ráðstevna.


Í framhaldi av vinnustevnuni verður almenn ráðstevna hildin. Ráðstevnan hevur verið væl umtókt, tí evnið altíð er áhugavert, og møguleikarnir fyri at netverka eru góðir. Í ár hevur Stýrið í Faroexpo valt evnið  “Fríhandil og altjóða avtalur - Hvørjum bíða vit eftir ?”.


VRG skipar fyri vinnustevnuni í samstarvi við Eysturoyar Vinnulívsfelagi og Runavíkar kommunu, sum hevur verið ein aktivur viðspælari líka síðan Faroexpo varð fyriskipað fyrstu ferð í 2005.








Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: FaroExpo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page