TÍÐINDI | Danskt reikferðaskip hildið aftur á Svalbard
Norsku sjóferðslumyndugleikarnir halda danska reikferðaskipið “Ocean Atlantic” aftur á Svalbard, tí myndugleikarnir halda seg hava funnið ikki færri enn 23 trygdarfeilir umborð á skipinum.
(Mynd 📸 Antares / "Ocean Atlantic”, sum í løtuni verður afturhildin á Svalbard)
Umleið 1.000 ferðafólk skuldu í august og september verið farin til ísfirðirnar í Grønlandi við Ocean Atlantic, men tað verður nú av ongum.
Tað skrivar grønlendska NRK.
Trupulleikarnir snúgva seg millum annað um feilir við eldfráboðanarskipanini, høvuðsmotorinum, eins og eitt hol er í skrokkinum, og tí var skipið farið at leka.
Eigarin og grundleggjarin av ferðavinnufelagnum Albatros Travel, Søren Rasmussen, sum hevur lagt ferðirnar til rættis, harmast støðuna. Men hann noktar fyri, at talan er um annað enn eitt lítið hol í skrokkinum. Hetta vísa norsku sjóferðslumyndugleikarnir hinvegin púrasta aftur.
- Hevði tað bara verið talan um eitt hol í skrokkinum, kundi tað ivaleyst verið umvælt skjótt, og skipið kundi farið víðari, men her eru nógvir aðrir trupulleikar, sigu samskiftisráðgevin hjá norska Sjóferðslustýrinum, Dag Inge Aarhus, við Svalbardposten.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Antares
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments