top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Føroyingar keypa stóran ognarlut í Pf. Magn

Reiðaríið Chr. í Grótinum í Klaksvík hevur stórar íløguætlanir

(Mynd 📸 Portal.fo)


Íslenddska íløgufelagið SKEL fjárfestingafélag hf. hevur góðtikið eitt boð frá føroyskum felag um keyp av 48,3 prosentum í Spf. Orkufelagnum, ið er felagið, sum eigur føroyska orkufelagið Pf. Magn.


Kringvarpið hevur í vikuni borið tíðindini um, at talan er um samtakið Chr. í Grótinum, ið hevur meldað seg sum áhugaðan keypara.


Tilboðið inniber tær vanligu treytirnar um innlit í fíggjarliga úrslitið fyri 2022 og góðkenning av føroysku kappingarmyndugleikunum. Partarnir eru sinnaðir at avgreiða søluna innan fyri komandi tveir mánaðirnar, boðar skel.is frá sambært yahoo.com.


Tilboðið ljóðar upp á 2.798 milliónir íslendskar krónur, svarandi til 146 milliónir danskar.

SKEL hevur í tráð við tilboðið boðað hinum íslendsku íleggjarnar í Orkufelagnum frá, at ætlanin er at gera eitt nýtt íløgufelag, sum kemur at eiga 11,9 prosent í Orkufelagnum.

Skel leggur 14 milliónir danskar krónur í nýggja felagið, og fær harvið ein ognarlut á 39 prosent. Nýggja íløgufelagið fær sambært partaeigarasáttmála rættin at velja ein av fimm nevndarlimunum í Orkufelagnum.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Portal.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page