TÍÐINDI | Fyrsta skipið hjá Lidl longu í rutu
Updated: Sep 7, 2022
Matvøruketan Lidl hevur stovnað sítt egna skipafelag, til tess at verða minni bundin av øðrum veitarum, og ikki minst at sleppa undan ov nógvum stríði og ivamálum, um at fáa vøruna fram til sínar egnu handlar. Felagið boðaði fyrr í ár frá, at seta hesa ætlan í verk, og nú eru fýra skip tikin uppí Tailwind Shipping, sum er navnið á nýggja skipafelagnum.
Skipini eru av slagnum post-panamax og eru millum 3.800 og 5.600 TEU. Talassa er fyrsta skipið hjá Lidl, sum er byrjað at sigla við farmi. Rutan frá Kina til Evropa ferð til Barcelona, Rotterdam og Koper í Slovenia. Rutan hevur fingið heiti Panda Express Service. Tailwind Shipping er ikki bert tilskilað Lidl, men boðar frá, at aðrir kundar eisini kunna nýta nýggju rutuna.
(Mynd 📸 Tailwind Shipping)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Søfart.dk
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments