top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | GC Rieber letur høll byggja á Oyrareingjum

Updated: Nov 16, 2022

Høllin, sum eftir ætlan skal standa liðug um ársskiftið, skal brúkast til saltgoymslu

(Mynd 📸 Portal.fo)


Í eystara parti av keiøkinum á Oyrareingjum verður ein høll í hesum døgum sett upp. Tað er GC Rieber, sum áður hevði navnið Saltkeyp, sum letur høllina byggja.


Høllin er 1575 fermetrar til støddar, og skal taka salt, sum fyritøkan flytir inn. GC Rieber hevur ikki virksemi á Oyrareingjum í løtuni, men framyvir verður alt savnað har.


- Vit høvdu bygning í Søldarfirði, og síðani hava vit verið í leigaðum hølum til vit nú byggja hesa høllina, sigur Jóhannus M. Olsen, stjóri í GC Rieber.


- Einar tríggjar til seks ferðir um árið koma skip við salti. Hetta er skiftandi í mun til hvussu nógv salt verður brúkt á fiskavirkjum og øðrum, upplýsir Jóhannus M. Olsen.


GC Rieber Føroyar veitir salt úr Tunis til føroysku saltfiskavirkini, og tey seinnu árini, hevur fyritøkan eisini veitt salt til føroysku vegirnar.


Fyri nøkrum árum síðani, fór fyritøkan eisini undir at veita pakkitilfar, kálk og evnavørur til føroyska vinnulívið.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Portal.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page