TÍÐINDI | Høvuðssæti hjá Fish Facts verður í Amsterdam
Hanus og Óli Samró fingu lyklarnar til nýggja høvuðssætið tann 27 september. Hanus Samró, sum við pápa sínum rekur Fish Facts, var ógvuliga fegin.
Hann skrivar soleiðis á sínum Facebook vanga: Ein stórur og ógloymandi dagur Fishfacts hevur í dag fingið lyklarnar til nýggja høvuðssæti í Amsterdam.
FishFacts er ein spennandi fyritøka við vindi í seglunum, og hevur kundar kring allan heim.
Eisini hava teir stovnað nýggju tænastuna AquaFacts, sum konektar sambond millum avgerð takarar og tænastu veitarar og í alivinnuni, og er tí grundarlagið enn størri hjá fyritøkuni.
AquaFacts og Fishfacts veita hagtøl og data um fiskivinnuna og alivinnuna.
Les meira um sukséfyritøkurnar á aquafacts.com og fishfacts.fo
(Mynd 📸 facebook/ f.v. Dmytro Tykhonov, Óli Samró og Hanus Samró)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Facebook
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments