top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Methøg skipaferðsla gjøgnum Suezveitina

Tørvur heimsins at fáa flutt vørur veksur støðugt. Tað merkist millum annað í einari av heimsins størst skipaferðsluæðrum, Suezveitini, sum í august setti nýtt met í skipatalinum gjøgnum veitina eftir einum degi. Har forvinna tey meira enn nakrantíð áður.

(Mynd 📸 Antares)


Metið varð sett hin 6. august, tá 89 skip sigldu gjøgnum veitina, 44 teirra úr norði við einum nettotonsatali upp á 3 milliónir tons, meðan 45 skip upp á í alt 2,2 milliónir nettotons sigldu suður gjøgnum veitina.

Størsta skipið gjøgnum veitina var OOCL Scandinavia upp á 220.000 tons – eitt av í alt 23 bingjuskipum. Hini vóru 23 bulkskip, 24 “multipurpose” farmaskip, 14 oljutangaskip, trý gasstangaskip og tvey onnur, har einki meira er upplýst.

Met nógvu skipini merktu eisini met stóran umsetning hjá Suezveitini, sum setti prísirnar upp í fjør. Umsetningurin bara í juli í ár var 704 milliónir dollarar, sum er ein triðingur meira enn somu tíð árið fyri.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Antares

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page