top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | NATO-flotavenjing norðanfyri

Árligu NATO-flotavenjingin, Dynamic Mongoose, er í hesum døgum norðan fyri Føroyar.

(Mynd 📸 KVF.fo)


Undir venjingini koma krígsskip eisini í føroyskt sjóøki at gera samskipandi siglingar-, flog- og leitivenjingar. Talan er um eina antikavbátavenjing, ið hevur til endamáls at vísa og samstundis styrkja evnini hjá NATO sum verjusamgongu at standa ímóti hóttanum frá kavbátum, ið koma norðanífrá.


Tað skrivar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið um NATO-venjingina.


Tilsamans 14 skip, fýra kavbátar og seks flogfør eru við í venjingini. Tey eru úr USA, Bretlandi, Póllandi, Niðurlondum, Spania, Portugal, Norra, Íslandi, Danmark, Kanada, Fraklandi og Føroyum. Brimil tekur lut og fylgir venjingini, meðan vant verður við Føroyar.

Hetta er annað árið á rað, at Dynamic Mongoose-venjingin fer fram við Føroyar. Venjingin tekur 14 dagar.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: KVF.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page