TÍÐINDI | Nú falla gjøldini á sáttmálum í bingju-shipping vinnuni
Fyri fyrstu ferð síðan januar falla gjøldini á langtíðarsáttmálum í bingju-sjóvinnuni, vísir Xeneta Shipping Index. Fallið í september er upp á 1,1 prosent og bara triðja seinastu 21 mánaðirnar. Men tað verður neyvan tað seinasta.
(Mynd 📸 Antares)
- Tað skuldi henda fyrr ella seinni, sigur Patrik Berglund, CEO í Xenata í eini viðmerking til fallið.
- Vit hava havt ein støðugan og onkuntíð ógvusligan vøkstur í langtíðar sáttmála-gjøldum síðan koronufarsóttin byrjaði. Tað hevur havt við sær methøgan vinning til flutningsfyritøkurnar til ótta fyri fíggjarligu sperdu avskiparunum. Men komandi umleið tveir mánaðirnar eru greið tekin um eitt marknaðskifti, sigur Berglund.
Meðan flutningsfyritøkurnar hava stýrt marknaðinum seinastu tvey árini, sær nú út til, at skipini koma at eiga fjórða og seinasta ársfjórðingin.
Støðið er kortini framvegis høgt. Hóast fallið liggur Xeneta Shipping Index nú 112 prosent hægri enn í september í 2021, og Xeneta-stjórin væntar framvegis høg gjøld komandi tíðina.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Antares.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments