top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Nýggj maritim útbúgving í 2024

Updated: Apr 19, 2023

Ein nýggj tvey-ára maritim útbúgving á CBS er á heysti 2024 til reiðar at taka ímóti teimum fyrstu lesandi. Talan er um eina 2 ára langa diplom útbúgving í Danmark.

(Mynd 📸 Danske Rederier/ Nils Meilvang)


HD2 Maritime kallast útbúgvingin, er blivin til veruleika eftir ynski frá Danske Rederier og fleiri øðrum reiðaríum.

- Møguleikin fyri einari hollari uppkvalifisering og eftirútbúgving er sera nógv umbiðið av starvsfólkuum hjá okkara limum, og eg eri sannførd um at hendan nýggja útbúgving blívur ein suksé, sigur Anne W. Trolle, stjóri fyri arbeiðsmarknað, rekrutering og útbúgving í Danske Rederier.


Útbúgvingin er í fýra semestrum og verður tikin sum partíðarútbúgving við síðuna av arbeiðinum. Umframt fak so sum rakstraroptimering og maritim talgilding verða fleiri valfak tøk, millum annað Circular Economy, Performance Management og Negotiation and Relationship Management.


Fyri at taka útbúgvingina kann verða neyðugt við einum ’brokoblingsforløb’, sum er ein serlig skipan við útvaldum fakum.


-Hendan diplom útbúgvingin gevur tí eisini okkara egnu Danish Shipping Education enn størri virðið, tí møguleikarnar blíva nú enn fleiri eftirfylgjandi, sigur Anne W. Trolle.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: søfart.dk

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page