top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Nýggja havnarlagið er eisini fyrireikað til landstreym

Updated: Aug 8, 2022

Hóast arbeiðið er nógv seinkað, heldur kostnaðurin, sigur havnarmeistarin

(Mynd 📸 KVF)


Nýggja havnarlagið í Havn verður væntandi liðugt um ein mánað ella so.

Ein partur av nýggju havnini er longu tikin í nýtslu.

Samstundis sum síðsta hondin verður løgd á sjálvt arbeiðið í havnini, verður eisini arbeitt við at leggja landstreym til skip, sum liggja uttast á molanum.


Skaðar og onnur viðurskiftini hava seinkað arbeiðnum nógv, men Andrias Vang, havnarmeistari, sigur, at kostnaðurin fyri arbeiðið heldur.

Tá farið varð undir stóru havnarbyggingina, var mett, at arbeiðið fór at kosta umleið 500 milliónir kr.


Andrias Vang, havnarmeistari, sigur, at atløguplássini í nýggju havnini eru djúpari enn atløguplássini innan fyri gamla molan. Tí kunnu størri skip leggja at har.

Skip hjá Faroe Ship og Smyril Line fara fyrst og fremst at brúka nýggja havnarlagið.

(Mynd 📸 KVF)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: KVF

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page