top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Okkara kvotur eru tíverri nógv skerdar síðani BREXIT

Tað skal loysa seg at landa í Føroyum. Í síðstu viku landaðu írsku trolararnir, Father Mckee og Brendelen 1350 tons hvør av havgølti til Havsbrún í Fuglafirði. Teir landa av og á í Fuglafirði, men hesaferð vóru tað tvey ár síðani síðst.

(Mynd 📸 Fiskimannafelag.fo)


Fyrstu ferð teir landaðu í Fuglafirði, var óivað í 1996, um skiparin á Brendelen minnist rætt, og tá vóru tað gomlu skipini.

-Okkum dámar væl at koma til Føroyar at landa, men tað skal líkasum passa inn í okkara fiskimynstur og so skal tað loysa seg.- Tað sigur skiparin á Brendelen, Jonathan Gill.

TAð skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á sínum facebook-vanga. TJ-myndir eigur myndina.

-Okkara kvotur eru tíverri nógv skerdar síðstu tvey árini, síðani Brexit. Eg kann nevna, at makrelkvotan er minkað við heili 26 %. Tað gevur sjálvsagt minni inntøku, og so mugu vit royna at fiska so skjótt og væl sum gjørligt, sigur hann.

-Eg kann nevna, at í fjør vóru skipini til fiskiskap í 64 dagar. Harav var virkin (effektiv) fiskitíð bara 27 dagar. So tað sigur seg sjálvt, at skulu skipini hóra undan, so kunnu kvoturnar ikki minka meiri. Harafturat verður tað ógvuliga trupult, fyri ikki at siga ógjørligt at endurnýggja skipini við so lítlum kvotum, sigur Jonathan.

Manningin skemtaði við, at gransking vísir, at føroyingar eru í familju við írar, ja, óivað koma frá írum. Tí kundu føroyingar antin latið teimum nakað av kvotu, ella givið teimum arbeiði, allar teir mánaðirnar, teir eru heima.

Skipini eru bygd í 2004, eru 64,5 metrar long, 13.4 metrar breið og lasta 1350 tons. 11 mans hoyra til hvørt skipið. Skipini samtrola eftir ymiskum fiskasløgum og fiska bara hvør sær eftir svartkjafti.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá manningarnar. Bøn var eisini biðin til Guds fyri skipum og manningum.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page