top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

FAS | Panama á gráa lista, kann gagna Føroyum

Tá ið Paris MoU kunngjørdi seinasta avrikslistan fyri flaggstatir, varð staðfest at Føroyar detta 2 pláss niður, frá 28 til 30. Føroyar er tó framvegis á hvíta listanum. Niðast á hvístalistanum er Estonia á 40´inda plássi.

Vit síggja, at landið við nógv flest skrásettum skipum Panama, er dottið av hvíta lista til gráa lista.


  • Tað kann hugsast, at reiðaríir og feløg fara at leita sær eftir nýggjum flaggstatum, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Sjóvinnustýrinum, sum umsitir FAS skipanina í Føroyum. Hetta kann verða ein møguleiki fyri Føroyar.


Soleiðis sum kundar seta krøv í dag, er hendan degraderingin sera óheppin fyri Panama. Tí tá ið eitt skip verður afturhildið, kann tað nemliga hava stórar avleiðingar fyri Reiðaríi, sum verður afturhildið. Allir flagsstarir fylgja væl við gongdini, eisini í Føroyum.


  • Vit fylgja við gongdini og tí sum hendir í Panama. Vit hava følarnar úti og brynja okkum til økt virksemi, sigur ónevndur føroyskur agentur.

Panama Maritime Authority (AMP) hevur longu boða frá at gongd er í at skilja út tey vánaligu skipini. Síðan 2011 hevur AMP koyrt 217 úr skipanini.

AMP sigur høvuðusorsøkin til degraderingin verða, at skipini í skipanini eru ov gomul.

Panama hevur uml. 8500 skip skrásett í teirra skipan, harav vóru 5.472 eftirlit og av teimu


m vórðu 374 skip hildin aftur í havnastatseftirliti í Evropa seinastu trý árini.

(Photo 📸 nationaltoday.com)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Blue Faroe Islands / Ólavur í Geil

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page