TÍÐINDI | Per á Sýnini vann sýsluformansvalið í Eysturoynni
Per á Sýnini vann valið av sýsluformansvalinum í Eysturoynni hjá Føroya Fiskimannafelag og varð afturvaldur
(Mynd 📸 Portal.fo)
Úrslitið av sýsluformansvalinum í Eysturoynni hjá Føroya Fiskimannafelag er nú greitt. Per á Sýnini vann valið, og varð afturvaldur.
Tá ið freistin at stilla upp til valið var úti, varð greitt, at tað bara vóru tvey valevni, sum bjóðaðu seg fram.
Per á Sýnini (fyrr Toftegaard) í Runavík stillaði uppaftur og Jonhard Danielsen úr Søldarfirði stillaði eisini upp til sýsluformansvalið.
Atkvøðuseðlarnir vórðu sendir út, og freistin at atkvøða var í gjár, 30. januar.
Limirnir, sum høvdu atkvøðurætt, skuldu senda atkvøðuseðlarnar inn til
Grannskoðaravirkið NUMO, ið hevur staðið fyri uppteljingini.
Úrslitið: 90 limir hava atkvøtt
50 atkvøður fóru til Per á Sýnini 38 atkvøður fóru til Jonhard Danielsen 2 atkvøður vóru ógildugar
Nýggja setan hjá sýsluformonnunum byrjar 1. februar 2023.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Portal.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments