top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

RUNAVÍKAR KOMMUNA | Keypir nýggjar landgongdir

Updated: Feb 20, 2023

Runavíkar kommuna hevur bílagt landgongdir við trygdarneti undir. Tað verður gjørt, eftir at spurnartekin er sett við trygdina í føroyskum havnum.

(Myndir: 📸 KVF.fo)


Seinnu árini eru fleiri menn druknaðir, tí teir eru dotnir á sjógv, tá teir hava ætlað sær umborð ella í land av skipi, sum liggur í havn. Hetta hevur sett spurnartekin við trygdina á landgongdunum til skipini. Eitt nú at hava trygdarnet undir, um onkur skuldi verið áhalsin og dottið av landgongdini.

Hóast tað altíð er skiparin, sum hevur evstu ábyrgdina á økinum, tók borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen undir við, at kommunurnar kunnu ger sítt til at betra um trygdina í havnunum. Kommunan hevur tí bílagt landgongir við trygdarneti undir, sum kunnu brúkast, tá skipini ikki hava egnaðar landgongir umborð.

Borgarstjórin í Runavík vísir á, at tey skipini, sum javnan koma til bryggju í kommununi, hava tryggar landgongdir umborð, sum tey brúka, tá tey leggja at.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: KVF.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page