top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Russiski konsulin í Føroyum vil onki fortelja um nakað

– Vit hava onga viðmerking, siga tey úr Faroe Agency.


Danski uttanríkisráðharrin Jeppe Kofod hevur mælt til at steingja allar ES-havnir fyri russiskum skipum. Tað sama hevur Bretland gjørt, har landsins havnir eru bidnar um at steingja fyri øllum skipum, sum sigla undir russiskum flaggi, ella har valdið er hjá persónum við tilknýti til Russland.

(Mynd 📸 in.fo / Russisk skip í Kollafiðri)


Russisk skip í Føroyum hava í nógv ár verið daglig sjón, summi koma at fiska, meðan onnur koma til kai. Men hvussu nógv russisk skip vóru í Føroyum í fjør, og hvussu ávirkar støðan í Ukraina samstarvið við russar? Tað hava vit roynt at spurt russiska konsulin í Føroyum, Mariu í Akrabyrgi, um. Sum russiskur konsul og stjóri í Faroe Agency umboðar hon russisk skip um okkara leiðir.


Men hon hevur onga viðmerking. Hon vil hvørki upplýsa okkum talið av russiskum skipum, sum komu til Føroya í fjør, og hon vil heldur ikki fortelja, hvørjar trupulleikar núverandi støða við russisku innrásini í Ukraina gevur. Í staðin vísir hon okkum til russisku sendistovuna, um vit hava spurningar um russiskt virksemi í Føroyum.


Hin stjórin í Faroe Agency er Karl-Erik Reynheim, men hann hevur heldur onga viðmerking um nakað, sum hevur við viðurskiftini millum Russland og Føroyar at gera.


Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, sigur, at spurningurin um russisk skip í Føroyum verður viðgjørdur.


– Vit umrøða sjálvandi hetta í landsstýrinum. Danir umrøða tað, og ES eisini. Tað kundi verið nærliggjandi at gjørt tað sama sum tey, sigur Magnus Rasmussen.


Løgmaður sigur í samrøðu við in.fo, at vit í Føroyum fara at gera tað sama sum ES. So um ES steingir havnirnar fyri russiskum skipum, so verður tað sama gjørt í Føroyum,

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: in .fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page