GRØN ORKA | Sjóvindmyllur fara at skapa nógv fleiri arbeiðspláss
Um útbyggingin av sjóvindi í Norðsjónum verður gjøgnumførd fram móti 2050, soleiðis sum ætlanin er, fer tað at krevja 38.100 ársverk bara til tey, sum skulu vera umborð á skipunum. Haraftrat koma ársverkini innan logistikk, havnir og útgerðarveitarar.
(Mynd📸 Antares)
Sjóvindmyllulundir og orkuoyggjar fara at krevja tíggjutúsundtals arbeiðspláss í sjóvinnuni. Ikki bara í Eystursjónum, men eisini í sjóøkinum vestanfyri Danmark, nevniliga í Norðsjónum.
Vinnufelagið Danske Rederier, sum millum annað seta vindmyllur upp, taka sær av at flyta tøkningar, leggja kaðalar og sigla útgerð til vindmyllulundirnar, hava roknað við, hvat nógvu gigawattini krevja av arbeiði: Fleiri tíggjutúsundtals.
Vaksandi arbeiðsplássini kunnu saktans koma at vara langt inn í framtíðina, um hugt verður eftir, hvat arbeiði, ætlanirnar koma at tryggja.
Tað kunnu vera nakrar forðingar á vegnum, sum skulu burturbeinast, siga Donsk Reiðarí. Um politisku ambitiónirnar um sjóvind skulu fylgjast, meinar felagsskapurin millum annað, at útboðs- og góðkenningar mannagongdin fyri sjóvindmyllulundirnar skulu gerast virknari.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Antares
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments