TÍÐINDI | Skeivt at samantvinna virðisøking og fiskiskapin í Barentshavinum
Landsstýrismaðurin ætlar at biðja síni embætisfólk í Fiskimálaráðnum um at greina, hvat vendir upp og niður
(Mynd 📸 Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskvinnumálum)
- Eg taki væl ímóti øllum tankum um virðisøking. Men tað er skeivt at tvinna saman virðisøking av uppsjóvarfiski við Føroyar og føroyska fiskiskapin í Barentshavinum. Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum ikki kennir seg bundnan at fylgja niðurstøðunum í frágreiðingini hjá Sjúrði Skaale.
(Mynd 📸 Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður) Niðurstøðan í frágreiðingini hjá Sjúrði Skaale er, at føroyska samfelagið hevði fingið 400 milliónir krónur meira burturúr at fiskað og virðisøkt tað, sum Føroyar lata Russlandi og Noregi aftur fyri kvoturnar í Barentshavinum.
Tað roknistykkið tekur landsstýrismaðurin við fyrivarni.
(Mynd 📸 Hanus Hansen er stjóri í JFK)
Stjórin í JFK, Hanus Hansen, er komin við øðrum tølum, sum sáa stóran iva um tølini í frágreiðingini hjá Sjúrði Skaale.
Landsstýrismaðurin ætlar sær tí at biðja síni embætisfólk í Fiskimálaráðnum um at greina, hvat vendir upp og niður.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum HER
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: BFI
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Tíðindi
Fylg LinkedIn #'s:
Comments