top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Vil útihýsa russisk skip úr føroyskum havnum

Updated: Jul 1, 2022

Tað hevði verið rættast og ruddiligast fyribils at útihýst russiskum skipum úr føroyskum havnum, heldur sambandslimurin í uttanlandsnevndini.

(Mynd 📸 Símun á Høvdanum / news.fo)


Longu klokkan tíggju minuttir í átta í morgun hevur Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum viðgjørt lógaruppskotið um at fáa heimild at seta í verk revsitiltøk, sum eru lík teimum, sum ES-londini og onnur lond hava sett í verk móti Russlandi, Hvítarusslandi og ikki-stjórnarstýrdu ukrainsku økjunum Donetsk og Luhansk. Ein av teimum, sum var við á fundinum, er Jaspur Langgaard úr Sambandsflokkinum. Hann mælir til, at russisk skip verða útihýst úr føroyskum havnum. - Tað hevði verið bæði rættast og ruddiligast, sigur hann.

Føgur orð er ikki nógmikið Ein av teimum, sum vil hava Føroyar at taka ítøkilig stig skjótast tilber, er bretski konservativi tingmaðurin David Duguid. Mikudagin var hann á fundi við Bárð á Steig Nielsen, løgmann, um viðurskiftini millum Føroyar og Russland. Undan fundinum segði hann tað vera moralskt skeivt av føroyingum at samstarva við russar, og at loyva russum at fiska í serøkinum, sum Bretland og Føroyar umsita í felag. Sjálvur segði Bárður á Steig Nielsen í Breddanum hósmorgunin, at teir fingu tosa seg til rættis. David Duguid sigur við miðilin GrampianOnline, at Føroyar eiga at taka nøkur stig skjótast tilber fyri at køva krígsmaskinuna hjá Vladimir Putin. Bretland hevur forðað øllum russiskum fiskiskipum atgongd í bretskum havnum og at fiska í bretskum sjóøki. - Løgmaðurin fordømir tað, sum fer fram í Russlandi og vissaði um, at Føroyar kanna møguleikan fyri at seta somu revsitiltøk í verk sum Bretland, sigur hann, sambært miðilinum. - Undir samrøðuni viðgekk løgmaður eisini, at tað verður trupult fyri Føroyar at halda fram við handilssamstarvinum við Russland. - Eg segði honum, at føgur orð eru ikki nógmikið. Vit vilja, at Føroyar taka ítøkilig stig, sigur David Duguid við GrampianOnline. Hann heldur, at tað er neyðugt, at Føroyar taka ábyrgd, um Føroyar og Bretland skulu styrkja sínámillum handilssamstarv og fiskivinnusamstarv.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: KVF.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:


0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page