top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

UTTANRÍKIS- OG VINNUMÁLARÁÐIÐ | NATO skip vitja í Føroyum

Hesa vikuna koma fimm herskip úr Noregi, Týsklandi, Belgia og Niðurlondum á Havnina. Tvey av skipunum eru komin, og hini koma eftir ætlan týsdagin og mikudagin. Talan er um ein minuruddarabólk undir NATO, Standing NATO Maritime Mine Countermeasure Group One.

(Mynd 📸 NATO/HQ MARCOM)


Bólkurin hevur verið í Noregi og er á veg suðuryvir, nú steðgað verður í Føroyum. Diplomatisk loyvi til slíkar vitjanir eru treytað av, at skipini ikki hava evnafrøðilig, lívfrøðilig, geislavirkin ella kjarnorkuvápn ella lutir til slík vápn umborð.

Vitjanin skuldi eftir upprunaligu ætlanini vera seinni í vikuni, men er vegna veður framskundað og varir helst til mánadagin 27. mars.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur fyrrapartin ráðført seg við Løgtingsins uttanlandsnevnd um hvussu føroyskir myndugleikar viðgera og taka avgerðir í sambandi við umbønir hjá herskipum um at koma í føroyska havn.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: UVMR.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:


0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page