VINNUHÁSKÚLIN | M6 á námsferð í Danmark og Svøríki
Mánadagin 13. mars fóru 9 næmingar í M6 hjá Vinnuháskúlanum til Keypmannarhavnar á námsferð, við teimum var Jákup Sverri Kass, lærari.
(Myndir 📸 Vinnuháskúlin)
Allir 10 búðu á Next House Copenhagen, sum liggur tætt við jarnbanastøðina í Keypmannahavn.
Tíðliga 14. mars gekk leiðin at vitja hangarin og mekaniska verkstaðin hjá SAS í Kastrup. Tað var sera áhugavert at síggja umstøðurnar og hoyra flogmekaniska leiðarin hjá SAS greiða frá motorum og mannagongdum. Eitt nú fekk M6 høvi at síggja Airbus 320 NEO motororar, og nýggju motorarnar til Airbus 330. Eisini vitjaðu næmingarnir umborð á einum Airbus 321, sum stóð í hangarinum.
Flogmekaniski deildarleiðarin hjá SAS, Christian Møller, greiddi síðan frá KPI skipanini hjá felagnum, og hvussu teir til dagligt tilrættaleggja og góðskutryggja sítt arbeiði.
Eftir vitjanina hjá SAS gekk leiðin til Malmø, har vitja var á Malmø Tekniske Museum. Har var nógv áhugavert at síggja og hoyra um. M.a. vitjaðu næmingarnir umborð á undirvatnsbáti.
Mikumorgunin 15. mars gekk leiðin til Avedøreværket uttanfyri Keypmannahavn, har Bogi Bech Jensen, deildarstjóri tók ímóti. Avedøreverkið er størsta kraftverk í Danmark og partur av Ørsted.
Ferðaliðið fekk eina gjølla rundvísing á verkinum, har høvi var at seta spurningar. Síðan hevði Bogi Bech Jensen eina sera góða framløgu um virksemi hjá Ørsted og kunnaði næmingarnir um strembanina hjá Ørsted eftir at gerast alsamt meira burðardygt.
Hósdagin 16. mars gekk leiðin til Dieselhouse í Keypmannahavn, har næmingarnir fingu møguleikan fyri at síggja alt tað sum savnið hevur at bjóða og uppliva starvsfólkini starta ávísar motorar á staðnum.
Næmingar og lærari vóru eftir ferðina samdir um, at hon var serstakliga væleydna, og við sær heimaftur høvdu teir vitan, sum teir ikki høvdu vilja verið fyriuttan.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Vinnuháskúlin
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments