VINNUHÁSKÚLIN | M6 á vinnuháskúlanum í Íslandi
Soleiðis skrivar vinnuháskúlin á facebook:
31. oktobur til 3. novembur vóru 14 av næmingunum í M6 á námsferð á eysturlandinum í Íslandi. Vit silgdu av Havnini við Norrønu kl. 13.
Ávegis til Íslands fingu vit høvi at síggja maskinrúmið umborð á Norrønu, og tosa við maskinmenninar, og fyrrverandi næmingar á Vinnuháskúlanum.
So skjótt sum vit løgdu at í Seydisfirðri týsmorgun, hildu vit leiðina til Eskjafjørðin og vitjaðu uppisjóðarvirkið Eskja. Samlaða víddin á virkinum er uml. 7000 m2, og virkið klárar at framleiða upp ímóti 900 tons um dagin, og koyrir virkið 100% uppá streym.
Aftaná vit høvdu verið á Eskja, hildu vit leiðina til Alcoa, sum liggur á Reyðafiðri. Alminiumsverksmiðjan bleiv tikin í nýslu í 2007, og har starvast umleið 800 fólk. Tey framleiða umleið 360.000 tons av alminium um árið. Bara longdin av bygningunum er 1,4 km.
Dagin eftir var planurin at vitja vatnorkuverk á Egilsstøðum, men kavi foraði okkum í at koma úr Seydisfiðri. Ístaðinfyri fingu vit Jóhan Jónsson frá ferðavinnufyritøkuni, Austfar, at greiða frá og vísa okkum avleiðingarnar av omanlopinum í Seydisfiðri í 2020.
Á túrinum aftur til Føroyar vitjaðu vit á brúnni umborð á Norrønu, har skiparin Petur á Vollanum, greiddi frá. Alt í alt ein frálíkur túrur við fagligum, sosialum og festligum innsløgum.
Heilsan M6 og Jákup Sverri Kass, lærari.
(Myndir 📸 Vinnuháskúlin)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Vinnuháskúlin
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
留言