VINNUHÁSKÚLIN | Spennandi venjing umborð á Brimli
Updated: Nov 16, 2022
Undirvísing fer sum oftast fram í eini floksstovu – eisini á Vinnuháskúlanum – men herfyri luttóku skiparalesandi á Vinnuháskúlanum í spennandi venjing umborð á Brimli.
Marjun Thomsen, skeiðslærari á Vinnuháskúlanum og útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, luttók saman við næmingunum, og tað var skeiðið í heilsulæru, sum var karmur um venjingina.
Pál Weihe, yvirlækni í Sjúkrahúsverkinum, luttók í venjingini sum lækni og eygleiðari. Manningin umborð á Brimli stóð fyri praktisku venjingini í samstarvi við tyrlumanningina hjá Atlantic Airways.
Við Marjuni á odda sluppu hesi lesandi á Vinnuháskúlanum at royna sjúkraviðgerð á staðnum og at flyta fólk av skipinum við tyrlu.
Myndirnar tala fyri seg! Allir partar fingu nógv burturúr læruríku venjingini.
(Myndir 📸 Vinnuháskúlin)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Vinnuháskúlin
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
댓글