Havkappar er nýggj røð á Blue Faroe Islands har tosað verður við sjómenn og kvinnur nær og fjar. Ynskið er at seta andlit á okkara fiski- og sjóvinnu. Í hesum parti av Havkappum, tosar Ólavur í Geil við Bjarna Samson, sum siglir við Gadus í Barentshavinum. Bjarni hevur drúgvar royndir á havinum, og arbeiðir nú sum fabriksformaður. Umborð eru teir optimistiskir um fiskiskapin, og vóna at koma heim til jólar. Vaktirnar eru 6 tímar í senn, og umstøðurnar umborð eru góðar. Fisku