Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg undirritaðu í gjár semju um at býta makrel. Sambært semjuni verður føroyski luturin frá semjuni við Bretland og Noreg um makrel frá 2024 varðveittur á 12% av mest loyvdu veiðu. Somuleiðis verður føroyska atgongdin í bretskan sjógv á 35% og í norskan sjógv á 40% óbroytt. Semjan millum tey fýra strandarlondini hevur við sær eina munandi minking í ovfiskiskapinum og er eitt týðandi stig á leiðini móti, at makrelstovnurin verður umsitin á ábyrgd