Nú Tingið umrøður eina veðurlagslóg so eru Løgtingslimir aftur komnir inn á spurningin um tað er á olju og gass hja okkum sjálvum og um vit skulu fara undir leiting aftur. Vit hava hug at gloyma at vit hava funnið olju og gas ! Í 2001 boraði Amerada Hess bólkurin á sokallaða Marjun feltinum (6004/16-1Z) sunnanfyri Føroyar og fann bæði olju og gass í fyrstu boring. Mett var at tað vóru út ímóti 90 mio tunnur av olju, hetta er so mikið nógv at tað var líka við at verða mett