Í nøkur ár hevur Føroyska sjómansmissiónin skipað fyri hesum degnum, har ymisk áhugaverd evnir eru viðgjørd.Høvuðsendamálið er at styrkja sjófólk í kristnari trúgv og tænastu. Dagurin byrjar klokkan 09. við morgunmati og endar klokkan 16. Ymiskt áhugavert verður á skránni. Hanus á Gørðum, sjúkrahúsprestur, fer at tosa um: “Hvussu møta menniskjum?” Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, fer at tosað um: “Nær er trúgvin nóg stór?” Síðsti tímin kallast: “Sjómaður hevur orðið?” Tá