top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

FØROYSKA SJÓMANSMISSIÓNIN | Føroyingur við til at savna plast upp úr havinum

Ein heilsan til Sjómansmissiónina, frá Mærsk Trader, sum í løtuni er við í eini verkætlan, sum er at savna plast upp úr havinum. Vit eru staddir miðskeiðis ímillum Kalifornia og Hawaii í Stillahavinum, ella góðar 1000 fjórðingar úr landi.

(Mynd 📸 Facebooksíðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini)


Havsins streymar gera, at ein stórur partur av tí plasti, sum fer í havið, endar her í økinum, sum er uml. tríggjar ferðir so stórt sum Frankaríki.


Vit sleipa eina ”sperring,” sum er 800 metrar long; stingur tveir metrar og hevur ein posa í miðjuni, har plastið fer í. Vit ”samtrola” við systurskipinum, Mærsk Tender. Enn hava vit bara gjørt smávegis royndir, og í posanum var fitt av plasti, sum sæst á myndini niðanfyri.


Roknað verður við, at ímillum 8 og 10 milliónir tons av plasti endar í havinum um árið, so tað skal verða ein áminning til okkum øll, um at hugsa um náttúruna og ikki tveita burturkast úti í náttúruni og als ikki plast.


Umborð eru 23 mans, sum eru úr Kanada, USA, Salvador, Hollandi, Bretlandi, Italia, Portugal, Póllandi, Danmark, Íslandi og úr Føroyum.

Til ber at fylgja við verkætlanini á ”theoceancleanup” á Instagram, Facebook, Twitter ella á Internetinum.


 

Trýst á knøttin til høgru og melda teg til okkara tíðindabræv á forsíðuni


Logo
Logo
Logo


Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page