Johannudagurin 2025
- Eva Andrésen
- 10 minutes ago
- 1 min read

Leygardagin 6. september verður árligi Johannudagurin í Vági.
Tað eru felagið Johanna TG 326, Vágs Kappróðrarfelag og Vágs Kommuna, sum skipa fyri degnum.
Á skránni verður nógv spennandi. Skráin er í gongd við at blíva gjørd, men longu nú kann nevnast, at Syngið við á fjørðinum verður fríggjakvøldið. Leygardagin verður stóra vatnkríggið á kaiini, vaktarskipini Thetis og Tjaldrið liggja við kai, og børnini kunnu gleða seg til skattaveiðu og livandi havdjór í fiskakørum.
Dagurin endar við grillkvøldi og bryggjudansi, har bólkurin Tónar fer at spæla.
Skráin verður kunngjørd seinni.
(Picture Vágs Kommuna)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Vágs Kommuna
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #portofvagur #portsoffaroeislands #portofvágur #faroeislands #sailing #sailboats #cruisefaroeislands #faroeislandsmaritimedirectory #directory
Fylg LinkedIn #'s:
تعليقات