top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

Maersk | Byrjar nýggja bingjurutu

Updated: Aug 5, 2022

Maersk leggur nú lunnar undir eina nýggja bingjurutu eftir veitunum í India og Bangladesj. Júst hendan farleiðin verður rópt “Indo-Bangladesh Protocol Route”.

(Mynd 📸 Antares)


Indo-Bangladesh Protocol Route hevur evnað til stórar handilsmøguleikar millum tey bæði londini seinastu 20 árini. Við at menna bingjuflutningin á hesi farleiðini, skapa vit eisini møguleikar fyri innflutnings- og útflutningsfyritøkur, sigur Vikash Agawal, forstjóri í Maersk South Asia.

Í fyrsta flutninginum vóru 50 bingjur hjá Coca-Cola Bangladesh Beverages, sum vórðu fluttar á einum prámi frá Kolcata í India til eina havn nærindis Dhaka í Bangladesh.

- Jomfrúferðin hepnaðist væl, og stytti munandi um vanligu farleiðina, sigur Soumyendu Sen Sarma, fíggjarstjóri í Coca-Cola Bangladesh Beverages.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Antares

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page