top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

MAERSK | Suður um Afrika: Dýrur umvegur

Ófriður í Reyðahavinum ger, at fleiri altjóða skipafeløg ikki vilja sigla har í løtuni. Maersk boðaði longu fríggjadagin frá, at teirra skip ikki sigla í Reyðahavinum fyribils

(Mynd 📸 Maersk)

 

Eftir at Houthi-uppreistrarfelagsskapurin í Jemen er farin at brúka dronur móti skipum í Reyðahavinum, kenna fleiri altjóða skipafeløg seg nú noydd at finna sær aðrar leiðir at sigla millum Evropa og Asia.


Eitt av hesum skipafeløgunum er Maersk, sum longu fríggjadagin boðaði frá, at tað er ov ótrygt at lata bingjuskipini hjá Maersk sigla gjøgnum Reyðahavið.


Men tað merkir ein dýrur umvegur uppá 7.300 kilometrar, um skipini skulu sigla suður um Afrika heldur enn at fara gjøgnum Suez-veitina. Ein meting sambært DR sigur, at tað fer at taka 10 samdøgur eyka at sigla runt um Afrika, og skipini skulu so eisini brúka 885 tons meir av olju.


Bretsk og amerikansk herskip eru í økinum, har tey hava skotið fleiri dronur niður. Hetta er fyrstu ferð, at skipaferðslan á leiðini verður álopin við dronum av landi, og tí ber illa til at siga í løtuni, nær tað aftur verður trygt at sigla í Aden-víkini og Reyðahavinum, skrivar DR.


 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: KVF.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page