Maskinmeistarafelagið | Limakunning væl móttikin
- Eva Andrésen
- 2 minutes ago
- 3 min read
Maskinmeistarafelagið hevur í vetur brúkt orku uppá kunningartiltøk fyri limunum á teimum ymisku sáttmálaøkjunum. Fyri jól vóru tiltøk fyri limum á almennu og kommunalu sáttmálaøkjunum, har bíðað verður eftir at sleppa at samráðast, og í dag var kunningartiltak á Hotel Hilton fyri maskinmeistarum við fiskiskipum. Undirtøkan fyri tiltøkunum er góð.

Í løtuni bíðar Maskinmeistarafelagið eftir at sleppa til samráðingar um sáttmálarnar á landsalmennu og kommunalu sáttmálaøkjunum – tað eru sáttmálarnir við Fíggjarmálaráðið (FMR) og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) – sum blivu uppsagdir at fara úr gildi 1. oktober 2025, og sáttmálin við Føroya Reiðarafelag fyri fiskiskipini er uppsagdur at fara úr gildi 1. apríl 2026.
Meðan bíðað verður, roynir felagið í vetur at brúka orku uppá limakunning, og fyri jól vóru fleiri kunningartiltøk fyri maskinmeistararnar á teimum landsalmennu og kommunalu økjunum.

Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, legði dent á at greiða frá um sáttmálar, fastlønaravtalur og tryggingarviðurskifti á fundinum við maskinmeistarar í føroyska fiskiflotanum í dag
Kærkomin kunning
Í dag varð so fyri fyrstu ferð í nógv ár roynt at hava eitt felags kunningartiltak fyri maskinmeistararnar á føroysku fiskiskipunum. Tiltakið var á Hotel Hilton í Havn, og okkurt um 20 maskinmeistarar og maskinistar møttu.
Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, stóð sjálvur fyri framløguni, har hann legði størstan dent á at greiða frá um sjálvan sáttmálan fyri fiskiskipini, um fastlønaravtalur og um tryggingarviðurskifti.
Í løtuni, sum var sett av til spurningar og kjak aftaná framløguna hjá formanninum, kom fram, at teir fegnaðust um hetta tiltakið og frammanundan høvdu saknað eina slíka ítøkiliga og meira persónliga kunning frá felagnum um júst hesi viðurskifti.
Fegnast um undirtøkuna
Útvið 300 av limunum í Maskinmeistarafelagnum eru við føroyskum fiskiskipum, so hóast tað kanska ikki ljóðar av miklum, at 20 teirra møttu til kunningartiltakið, so er leiðslan í felagnum væl nøgd við undirtøkuna.
Regin M. Olsen, næstformaður, sum hevur sitið í nevndini í skjótt 24 ár, segði tað soleiðis:
- Fyri nú nógvum harrans árum síðan royndu vit eitt líknandi tiltak fyri maskinmeistarunum í føroyska fiskiflotanum. Tað bleiv lýst bæði væl og virðiliga, men bara maskinstjórin á einum trolara møtti upp, og øll nevndin sat so har og hevði fund við hann. So samanborið við tað tiltakið, boðar uppmøtingin í dag frá góðum.
Arnfinn Bech, formaður, greiddi frá, at meðan maskinmeistarar, sum arbeiða á landi, ofta støkka inn á gólvið í felagshúsinum við Grønlandsvegin, so er tað sama ikki galdandi fyri teir, sum sigla.
- Eg má eisini viðganga, at eg heldur ikki sjálvur havi gjørt nógv av at vitja umborð á skipunum fyri at koma á tal við teir. Men tað vil eg og felagið fegin bøta um við tiltøkum sum hesum. Nú bleiv hetta tiltakið lagt til rættis og lýst við sera stuttum skotbrá, so eg haldi tað vera óført, at so nógvir tykkara kortini hava sett tíð av til hetta, nú tit hava nakrar frídagar. Ætlanin er, at hetta skal verða eitt afturvendandi tiltak millum jól og nýggjár, segði hann.

Arnfinn Bech segði, at ætlanin er at hava eitt slíkt kunningartiltak fyri maskinmeistarum við føroyskum fiskiskipum afturvendandi millum jól og nýggjár
Formaðurin segði, at tiltakið bleiv lagt millum jól og nýggjár, tí tá eru størst sannlíkindi fyri, at størsti parturin av maskinmeistarunum í føroyska fiskiflotanum er heima, men at felagið kortini ongar ætlanir hevði um at flyta sjálvan aðalfundin frá mars, tá hann sambært viðtøkunum skal haldast, til millum jól og nýggjár, tá hini bæði manningarfeløgini hava sínar ársaðalfundir.

Maskinmeistarafelagið hevur fyrr í vetur havt kunnandi tiltøk fyri maskinmeistarum á sáttmálaøkjunum hjá landi og kommunum. Myndin er frá tiltaki fyri maskinmeistarar á Sundsverkinum 16. desember
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda og myndir: mf.fo
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Maskinmeistarafelagið #FøroyaSkiparaogNavigatørfelag #FaroeseMaritime #Faroeislands #directory
Fylg LinkedIn #'s:









.png)
%20(1).png)














