top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

MEST | Søkir eftir bedingsmeistara

Starvslýsing frá MEST:


Á skipasmiðjunum hjá MEST í Havn og á Skála ganga vit og rokast og hava brúk fyri einum bedingsmeistara, sum vil rokast saman við okkum.

 

Vit hava brúk fyri tær, sum kann

  • Stjórna dagligu driftini av dokkum og bedingum og dagligu uppgávunum hjá teimum 22 fólkunum í bedingstoyminum

  • Standa fyri upphálingum / sjósetingum á bedingunum eins og inn- og útdokkingum

  • Skjalfesta viðlíkahald av dokk, bedingum og útgerð.

  • Tú sært til, at alt verður gjørt, sum tað eigur.

 

Um teg

Tú ert útbúgvin navigatørur, hevur royndir at arbeiða við skipsstøðuleika og viðlíkahaldsskipanum, og tú hevur góðar KT-førleikar.

Tú ert álítandi og fyrikomandi og kanst arbeiða undir trýsti.

 

Umsóknarfreistin er 22. oktober 2025

Starvið verður sett skjótast tilber, og lønin verður sambært avtalu.

Arbeiðsstaðurin er í Havn, og arbeiðsuppgávurnar eru í Havn og á Skála. Vilt tú vita meira um starvið, ring ella skriva til Dánjal í Soylu á 791231 / djs@mest.fo.

 

Vit eru MEST

Ein fyritøka á fimm hundrað hegnig fólk, sum hvønn morgun tørna til á føroyskum skipasmiðum og verkstøðum og í frálandavinnuni úti í heimi. Vit smíða og bøta um bátar og skip, tilevna tól úr klingandi stáli, skaffa nýtt fyri slitið og brotið og hiva og sleipa mangt less upp á pláss.

Vit eru í Havn, Runavík og á Skála, og hevur tú hug og hendur, kanst tú koma við.


(Photos 📸 Mest)


Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo
Instagram logo



Kelda: Mest

Fylg Facebook #'s:


Fylg LinkedIn #'s:


Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page